Hvat gert tú?
“Tá segði Káin við Harran: “Misgerð mín er mær ov tung at bera!” (1 Mós 4,13)
Tá Káin í øvund hevði dripið bróðir sín Ábel, og Gud setti hann andlit til andlits við sína misgerð, mátti Káin viðganga, at hann kláraði ikki at bera sína misgerð. Vit kunnu siga, at Káin játtaði sína misgerð fyri Gudi, hóast tað ikki var, fyrr enn Gud kunngjørdi honum revsingina. Men at játta sína synd fyri Gudi er ein góð byrjan, tí so kunnu vit fáa fyrigeving og byrja av nýggjum.
Jesus doyði fyri teg og tína synd, og hansara blóð rann, so tú kundi fáa fyrigeving. Hvat gert tú við tína synd? Gongur tú við henni, til hon gerst tær ov tung at bera, ella fert tú til hansara, sum kann fyrigeva? Øvundin gjørdi Káin til drápsmann, tí hon fekk gróðrarbotn og slapp at vaksa, til hon tók yvir. Tað er ein ring støða, tá øvund ella annað tílíkt vil taka ræði á okkum, men vit hava møguleikan at koma til Guds við øllum okkara viðurskiftum, uttan mun til, hvussu døpur støðan kann tykjast. Hann stendur klárur við opnum ørmum at fyrigeva, tá vit biðja hann um tað.
Tað verður sagt, at náði er fyrigeving fyri játtaða synd. Bið Gud um fyrigeving, og byrja hvønn dag av nýggjum, tí hansara náði er nýggj hvønn morgun.