Hvat hava vit at óttast fyri?

Skrivað: Tórun Poulsen

“Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,20).

Jú, vit óttast nógv ymiskt: Hvat skulu vit fara í? Hvussu síggja vit út? Hvussu fáa vit nóg mikið av peningi?

Fyri at náa hetta av nógvum, stríðast vit, arbeiða nógv, venja í fitness, ið er vorðin ein stórur partur av gerandisdegnum fyri mong; børnini muga ganga til nógvar ítróttargreinar, ikki tí at alt hetta er ringt, nei, men hetta tekur okkara tíð og fokus. Ein barnafamilja, har mamma og babba arbeiða úti fulla tíð, hevur onga tíð til yvirs, vikuskiftið verður fyri ein stóran part nýtt til at fara til kappingar og annað.

Soleiðis er samfelagið myndað í dag. Hvat kann so broyta gongdina? Bara ein, Gud. At Gud kann sleppa inn í mannahjartað og broyta okkum, soleiðis at okkara tráan ikki skal verða eftir tí tímiliga.

Einki fáa vit við okkum, líkamikið hvussu stór okkara ogn er. Tað hevur ongan týdning. Vit verða fødd til at liva her fyrst, men tað er ikki alt. Ævinleikin bíðar. Hetta hevur týdning.

Góðasta menniskja. Jesus, sum lovar okkum, at hann er við okkum allar dagar, alt til veraldar enda. Hann, sum elskar okkum og bara vil okkum alt gott. Gev honum rúm. Lat hann verða Harran í tínum lívi.

Jesus elskar teg.