Hvat meinar tú?

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Ein flogskipari stýrir sínum flogfari eftir føstum reglum og mannagongdum. Ein skurðlækni arbeiðir eisini eftir føstum mannagongdum. Báðir hava teir vant og lisið nógv, fyri at vera klæddir til uppgávuna. Hetta ger, at vit kenna okkum trygg í teirra hondum. Um teir valdu at stýra og greiða  sínar skurðviðgerðir uttan at fylgja sínum føstu mannagongdum, hevði hetta heilt vist fingið álvarsligar fylgjur, og í ringasta føri kostað mannalív.

Vit liva í einari tíð, har tað í nógv størri mun enn fyrr eru kenslur okkara og ikki nakar annar myndugleiki, sum skal siga okkum, hvat er rætt og hvat er skeivt at gera í einari ávísari støðu. Hetta setir sín  dám á alt samfelagið og alt okkara lív.

Men, um vit skulu vera heilt erlig, kunnu so okkara kenslur ikki skifta rættiliga nógv? Eru tær nóg álítandi at byggja alt okkara lív, avgerðir og egið virði eftir?

Hava vit ikki brúk fyri onkrum uttanfyri okkum sjálv, sum ikki broytist, sum vindurin blæsir?

Jesus segði, tá við teir jødar, sum tikið høvdu við trúgv á hann: ”Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum”. (Jóh 8,31-32).

…Sannleikin skal fría okkum! Hvussu skal sannleikin kunna fría okkum, um vit ikki leggja í at lurta eftir honum, ella kolldøma hann, tí hann kanska prikar á okkurt í okkara lívi? Er tað ikki nevniliga júst tað, vit mangan hava brúk fyri? Tí hvat vilt tú helst hoyra frá einum góðum vini? Sannleikan ella tað, hann bert tosar tær eftir munninum?

Ein ungur maður, sum las til sálarfrøðing, hevði einaferð fingið eitt arbeiði í køkinum á einari hernaðarlegu. Hann fekk tað hugskot at kanna, hvussu tær ymisku herdeildirnar dámdu aprikosur. Hann byrjaði heldur neiliga við at spyrja hvønn einstakan í tí fyrstu deildini: ’Tú leggur nokk ikki í aprikosur, ha?’ – 90 % svaraðu nei. Síðani royndi hann at spyrja meira jaliga í tí næstu deildini: ’Vilt tú eisini hava aprikosur’? – 50 % svaraðu ja. Í tí triðju deildini spurdi hann: ’Vilt tú hava eina ella tvær portiónir av aprikosum’? Hóast meginpartinum av deildini als ikki dámdi aprikosur, so segði nærum helmingurin ja takk til tvær portiónir.

Nú heldur tú kanska, at hetta var ein løgin og kanska fjákut søga at taka fram, tí ein aprikosa meira ella minni ger nú ikki tað stóra, men søgan kann læra okkum nakað: Nevniliga at vit skulu vera varin, tí um tú ikki sjálv/ur hevur tína egnu sannføring, sum tú kanst standa fast við, hevur tú ógvuliga lætt við at vera stýrd/ur av sannføringini hjá øðrum, tí at tað knappliga følist rættari.

Hvat meinar tú? Hvat hvílir títt lív á?