Hví fórt tú frá mær?

Skrivað: Øssur Kjølbro

"Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: "Eli, eli, lama sabaktani?" Tað er: "Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær?" (Matt 27,46)

Tað var ikki bara soleiðis, Jesus kendi tað; nei, Gud fór veruliga frá Jesusi, tá hann hekk á krossinum! Tí Jesus tók revsingina fyri allar heimsins syndir á seg. Og revsingin fyri syndina er, at Gud fer frá syndaranum. Ikki tí at Gud ikki elskar syndaran, men tí hin heilagi Gud ikki kann vera saman við syndini! Tí fór Gud frá Jesusi.

Men tað má so merkja, at Gud ongantíð fer frá okkum, so satt vit søkja okkum skjól hjá Jesusi! Ja, tað merkir tað veruliga! Gud fór frá Jesusi hesar longu tímarnar á krossinum, so hann ongantíð skal fara frá okkum! So nógv elskar Gud og Jesus okkum!