Hvítusunna – tá ið Heilagi Andin kom til okkara
”Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum”. (Jóh 14,26).
Omanfyristandandi vers er tikið úr tí longu skilnaðarrøðuni, ið Jesus helt fyri lærusveinunum.
Í røðuni tosar Jesus um ymisk viðkomandi evni, so at hann best møguligt kann fyrireika lærusveinarnar til sína himmalsferð. Tað týdningarmesta evnið, ið Jesus tosar um, er lyftið um Heilaga Andan. Jesus sigur frá, at Heilagi Andin skal troysta lærusveinarnar, tá ið Jesus er farin frá teimum, men Heilagi Andin skal samstundis eisini geva teimum kraft og stuðla teimum í at ganga sannleikans veg.
So kom hvítusunnan, og allir lærusveinarnir vóru saman í bøn. Knappliga kom “eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla.”(Áps 2,2-4).
Tá ið Heilagi Andin kom niður, gekk alt tað, sum Jesus hevði talað, út, og dirvið hjá Pæturi fekk ein heilt nýggjan snúning. Nú tá ið Pætur varð fyltur av Heilaga Andanum, fekk hann kraft og dirvi til alment stíga fram og halda eina dundurrøðu og vitnisburð. Pætur talaði so rámandi, at hansara beinrakna áheitan varð orsøk til, at umleið 3.000 fólk vendu um tann dagin. Jú, tað var veruliga ein hvítusunnuprædika við anda og kraft.
Vit eiga at verða takksom fyri, at Heilagi Andin kom til jarðar, og at hann verður verandi her hjá okkum, líka til Jesus kemur aftur. Heilagi Andin er ein sera stórur partur av tí andliga lívinum. Fyri tað fyrsta so peikar Heilagi Andin á Jesus og hansara stóru sáttargerð, men samstundis so gevur hann teimum, ið trúgva, eina djúpa og inniliga sannføring. Tað kann vera sannføring um trúgv, vantrúgv, synd og um hvat er rætt og hvat er villleiðing.
Í hesum døgum er tað sera nógv, ið kann ávirka og villleiða okkum. Í summum viðurskiftum kunnu grundgevingar vera so væl bornar fram, at vit at enda ivast í, hvat er rætt og hvat er skeivt. Í hesum førum er tað sera gott at steðga á, vera stillur og lurta eftir sannføringini, sum Heilaga Andin hevur lagt í okkum. Heilagi Andin peikar altíð á tann rætta vegin, sannleikan og lívið … og tað er Jesus.
Suffía Nón, Fuglafjørður