Hvør er fyrimynd okkara?

Skrivað: Gudný Johannessen

”Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. Latið tykkum ikki villa av ymisligum og fremmandum lærdómum! Tí at tað er gott, at hjartað verður styrkt við náði og ikki við mati, sum ikki hevur verið teimum at nøkrum gagni, sum fingust við hann” (Hebr 13,7-9).

Ofta verður víst á hetta versið, tá tosað verður um trúarhetjur, ið vit minnast frá ungum árum av. Vit mugu minnast til at fylgja trúnni hjá hesum vegleiðarum, tí teir hava veruliga talað Guds orð til okkara. Tó kann tað tykjast trupult at vita, júst hvørjir hesir vegleiðarir eru. Í 9. versi skrivar Paulus, at vit ikki mugu lata okkum villast av skeivum lærdómum – men hvussu vita vit, júst hvørjum vit eiga at leita eftir? Tað fáa vit svar uppá í 8. versi, har vit síggja, at har er ein leiðari, ið ein ikki kann fara skeivur av – Jesus. Altso kunnu vit minnast Jesus, ið hevur talað Guds orð til okkara ígjøgnum Bíbliuna; vit kunnu hyggja eftir endalyktini á hansara ævi og (royna at) fylgja hansara trúgv eftir við hansara hjálp.