Hvør ert tú?
“Og Gud skapaði mannin eftir síni mynd, í Guds mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey” (1 Mós 1,27).
Skapt í Guds mynd, skapt til felagsskap við hann, skapt til felagsskap við hvør annan.
Sært tú teg sum skaptan í Guds mynd, skaptan at liva í samljóði við Gud og næstan, ella er tað ein heilt onnur mynd, tú hevur av tær sjálvum?
Tað kann tykjast eitt sindur ræðandi, men samstundis eyðmjúkt, at vera skaptur í Guds mynd, men tað átti at givið okkum frímóð til eitt lív í frælsi og kærleika til Guds og granna. Hvønn tú heldur teg vera, ávirkar títt lív, tínar tankar og tínar gerðir. Tí er tað ikki líkamikið, um vit síggja okkum sum skapt í Guds mynd, ella ikki.
Gud vildi menniskjað, og tí skapti hann tað í síni mynd, og sjálvt eftir syndafallið gav hann okkum ein nýggjan møguleika við Jesu krossdeyða og uppreisn.
So lat ongan billa tær inn, at tú ikki hevur virði, tí í Guds eygum hevur tú ómetaligt virði. Guds kærleiki til sín skapning er ikki treytaður av okkara fullkomileika, men av hansara vilja. Lat okkum í bøn og treysti halda fast við, at vit eru skapt í hansara mynd og elskað treytaleyst av honum, og at vit í trúnni á Jesus ein dag skulu liva ævigt saman við honum.
“Tit eru keyptir dýrt; verðið ikki mannatrælir!” (1 Kor 7,23)