Hyggið at himmalsins fuglum
Í Føroyum eru vit vælsignað við at liva nær náttúruni. Tí er eisini lætt hjá okkum at síggja, hvussu tey ymisku djórini og kyktini liva og búleikast. Í Matteus 6 biður Jesus okkum hyggja at himmalsins fuglum. Teir eru vakrir á at líta, og lívsælt er at hoyra teirra song. Og vit síggja eisini, at tað er júst soleiðis, sum Jesus greiðir frá: fuglarnir hvørki sáa, heysta ella samla saman í løður. Men hóast hetta so eta, nørast og liva teir. Og hetta vil Jesus hava okkum at býta merki í.
Hvussu fuglarnir hava tað, er merkt av, hvussu náttúran er. Og náttúran er stýrd av Gudi. Fuglarnir ráða ikki yvir veðrinum, men veðrið ávirkar teir. Fuglarnir ráða ikki yvir, hvussu nógv náttúran kastar av sær til teirra, men tað ávirkar teirra livilíkindi. Teir eru bundnir at náttúruni uttan at gera nakað fyri tað. Soleiðis vil Gud, at vit skulu vera bundin at honum. Vit skulu liva okkara lív soleiðis, at vit ikki stúra um tað, sum Gud tekur sær av. Vit skulu ikki royna at gera arbeiðið fyri Gud, sum hann longu frammanundan ger og hevur gjørt. Vit skulu líta á, at hann tekur sær av okkum. Tí tað hevur hann lovað! Gud sigur okkum, at vit eru mikið meira verd enn fuglarnir.
Tað er ikki skeivt at hugsa um framtíðina og leggja til rættis. Men um tað órógvar okkum so nógv, at vit ikki kunnu vera nakað fyri hvønn annan, og fær okkum at gloyma, at Gud hevur lovað at taka sær av okkum, so er ikki í lagi. Tí hvør kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni? Nei, vit eiga fyrst og fremst at søkja Guds ríki og rættvísi hansara, tí so skulu vit sanna, at hann vil geva okkum alt tað, okkum tørvar.