í honum, sum ger meg sterkan

Skrivað: Edith J. D. Vang

“Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan” (Fil 4,13)

Jesus sigur “eg orki ALT”, hetta eru sera sterk orð og hava ein stóran týdning nú í 2020, vit skula vera sterk og trúgva á okkara frelsara. 2020 fer altíð at vera eitt ár, sum vit fara at minnast. Vit hava uppliva nógv við frástøðu, men vit hava eisini lært nógv av hesum “saman”.

Familjur eru komnar tættari at hvør øðrum, og tað verður brúkt meir tíð saman.

Sjálv eri eg komin tættari at Jesusi, síðani abbi mín brádliga andaðist fyrst í juni í ár.
Tað var ein hørð tíð at koma ígjøgnum, og spurningarnir vóru nógvir og serliga tann eini: Hví?
Hann var ein stór fyrimynd fyri meg, hann vísti mær vegin gjøgnum lívið og trúði sjálvur uppá Jesus.

Filippibrævið 4,13 hevur hjálpt mær nógv og eisini andaligur tónleikur frá Jeremy Camp & Michael W. Smith.

Í ‘Nýggia sáttmálanum’ stendur í Róm 5,1: “Gud hevur tikið ímóti okkum, tí at vit trúgva. Hetta merkir, at vit hava frið við Gud vegna tað, sum Jesus Kristus hevur gjørt”. 

Vit hava altíð Jesus við okkara lið, í viðgongd og mótgongd. Vit gera feilir ígjøgnum lívið, men vit kunna altíð venda okkum til Jesus og biðja um fyrigeving.