Í kirkju ov ofta?

”So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. ”
Róm.10,17

 

 

Árliga havi eg rættiliga nógvar samrøður við avvarðandi eftir eitt andlát. Tað er ikki so sjáldan, at eg hoyri ein og annan gremja seg um, at tey á leiðini í lívinum gingu ov sjáldan í kirkju.

Løgið er tað; men enn havi eg ongantíð hitt nakran, sum andlit til andlits við deyðan gramdi seg um, at tey spiltu ov nógva tíð av lívi sínum við at ganga í kirkju …

”Et Ord med på Vejen”.E.C