Í kirkjugarðinum
”Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum. ”
Jóh.12,46
Tveir menn stóðu á einum kirkjugarði.
Annar stóð á grøvini hjá dóttur síni, ið var deyð 25 ára gomul. Hetta var stór sorg hjá honum, men hann átti ta ríku troyst, at dóttirin varð deyð í tí føstu trúgv, at Jesus skuldi reisa hana upp aftur frá deyða á evsta degi.
Hin maðurin stóð á grøvini hjá konu síni, ið beint tá var jarðað. Faðirin fer yvir til hansara, heilsar og roynir at ugga hann við uppreisnartrúnni. Tá tykist maðurin at hvøkka við og spyr, um hann trýr upp á uppreisnina.
Nei, fyri honum var eingin uppreisn – grøvin var hitt æviga myrkrið, og tí græt hann vónloysis-grátin um konu sína.
Jesus sigur: ”Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum. ” Jóh.12,46