Einki verd – nógv verd
”Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.”
1.Pæt.5,7
Latið okkum kalla hana ”Esther”. Hon var komin á eitt tríggjar mánaðar
bíbliuskeið. Tað sást beinanvegin, at henni bagdi okkurt. Hon tosaði lítið
og smíltist ongantíð. Hon hugdi beint niður í borðið, tá ið vit ótu, og sá
ógvuliga kedd út. Ógjørligt var at fáa eitt prát í lag við hana.
Eg segði tí við hana: ”Esther, um tú hevur ein trupulleika, vil eg fegin
royna at hjálpa tær. Um tú vilt, ert tú vælkomin nær sum helst at koma á
skrivstovu mína.”
Nakrar dagar seinni bankaði á dyrnar. Har stóð Esther, og hon spurdi, um
hon kundi tosa við meg. Í ein stívan tíma sat hon og segði mær frá
trupulleikum sínum. Hon hevði havt tað ógvuliga ringt sum barn. Pápi
hennara hevði í fleiri ár, tíðliga og seint háðað hana og funnist at henni, og
tí kendi hon tað, sum hon einki nyttaði, alt hennara sjálvvirði var pilkað
burtur. Hon visti ikki, hví hon var komin á hetta skeiðið, og hon kendi tað,
sum Gud ikki uppá nakran máta kundi signa hana ella brúka eina slíka
sum hana.
Eg sá, at hon stardi ov nógv at sær sjálvari, sínari bakgrund, sínum
foreldrum og sínum trupulleikum – og ikki á Gud. Eg bað hana blaða upp
í Bíbliuna á Jesajas 43. Eg vildi vísa henni tvey ting. Fyrst, at Gud hevði
umsorgan fyri henni, og so, at hon var ógvuliga dýrabar og hevði stórt
virði í Hansara eygum.
Vers 4 sigur: ”Av tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur …”
Eg sigi við hana: ”Esther, tað hevur einki at siga, hvat ið menniskju siga
um teg ella gera ímóti tær. Hygg ikki upp á tey, lurta ikki eftir teimum.
Hygg upp á Gud. Fata, at Hann er ein Gud, sum hevur umsorgan fyri tær
persónliga, og at tú ert dýrabar fyri Honum og hevur virði og hevur
týdning fyri Hann. Tað er tað, sum telur.”
Síðani skeyt eg upp, at hon lærdi seg at venda tonkum sínum móti Gudi,
og hvør ið Hann er, og at hon klárt skuldi skilja, at Gud er Faðir hennara,
og at Hann elskar hana ómetaliga høgt. Eg las versini 18 og 19 fyri henni:
”Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var! Sí,
nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum
oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn. ”
Vit bóðu saman, og eg bað Gud hjálpa Esther at síggja Hann, sum Hann
av sonnum er, at hon mátti trúgva tí, hon sá, og at Hann mátti byrja av
nýggjum í lívi hennara.
Og tað hendi sanniliga. Eitt undur hendi í lívinum hjá Estheri. Hon
gjørdist eitt nýtt fólk. Hon smíltist og gjørdist glað. Tá ið hon vendi
eyguni móti Gudi, gav Hann henni frið og gleði. Hann grøddi sárini, sum
stóðust av trupulleikunum, sum hon hevði havt, og hon kendi seg elskaða
og virðismetta av Gudi – og eisini av okkum.
Í dag arbeiðir hon fulla tíð millum gøtubørn í einum av størtu býunum í
heiminum, og Gud vælsignar og brúkar hana.
Í einum av brøvunum, sum hon skrivaði mær, sigur hon: ”Tú trýrt ikki,
hvussu lætt tað fellur mær at siga ”Abba Faðir” men eg noyddist at fara
allan hin langa vegin á bíbliuskeiðið at læra tað.
Sam Doherty. E.Campbell umsetti