Ísrael

”Men tit, Ísraels fjøll, skulu skjóta greinum og bera fólki mínum Ísrael ávøkst; tí at skjótt munnu teir koma heim aftur. ”
Ez.36:8

 

Í hesum árum eru 3.000 ár, síðan Dávid kongur valdi Jerusalem til høvuðsstað í Jødalandi uml. 1.000 ár fyri Krist.

Stórar broytingar gjørdust í Ísrael eftir valið í fjør. Men vit halda, at júst nú fer Gud at sýna seg sum Ábrahams, Ísaks og Jákups Gud, sum stendur fast við orð sítt. Landið er Hansara, og Jerusalem er ”Veldisdrottins staður”, Den Store Konges by, sum tað stendur at lesa í teirri donsku Bíbliuni í Sálmi 48,3.

Okkara uppgáva sum kristin er at biðja og ugga, stuðla og hjálpa, sum Harrin leiðir okkum við Anda sínum. Øll Sakaria bók talar týðiliga um Guds ætlan við Ísrael. Tí eiga vit at lesa profetiini, áðrenn vit biðja, so vit kunnu biðja eftir Guds vilja. Bið um, at Heilagi Andin má koma yvir Miðeystur, og at tey hørðu hjørtuni mugu blotna og verða reinsað og fáa nýggjan anda sær í bróst. (Ez. 36,24-29).

Tað er púra vist, at tað flytur fjøll í andans heimi. Fyri stuttum fóru 15.000 jødar saman til grátimúrin í Jerusalem og bóðu um fyrigeving fyri sínar egnu og landsins syndir!
Anne Lise Madsen. E.Campbell umsetti