Ivi

”Jesus sigur við hann: »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. ”
Jóh.14,6

 

 

Ein trúgvandi kona í Oslo gekk runt og gjørdi nógv gott. So gjørdist hon brádliga sjúk og legðist á songina. Tá kom ivi á hana, og hon gjørdist ógvuliga bangin, tí hon visti, at hon skjótt fór at doyggja. Hon sendi tí boð eftir einum trúboðara. ”Hvat skal eg gera?” spurdi hon.

 

”Tú skalt gera tað, sum Jesus ikki gjørdi!” svaraði hann kaldliga.

 

”Ja, men hann gjørdi jú alt,” svaraði konan.

 

”Júst tað,” svaraði trúboðarin, – ”Jesus gjørdi alt á Golgata. Tað finst bert EIN vegur INN í Himmalin, og hann eitur Jesus. Við trúgv á Jesus ganga vit inn i Himmalin. Jesus vil ikki endiliga hava tínar góðu gerðir, men hann vil hava teg persónliga.”

E.Campbell