Jesu tekin

”Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: »Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.« ”
Matt.12,38

 

Tá ið fariseararnir sóu Jesus grøða sjúk, bóðu teir hann um tekin.

Tá ið teir sóu hann reka út illar andar, bóðu teir hann um tekin.

Tá ið hann lovar at draga teir til svars á dómadegi fyri hvørt ógagnsorð, teir hava talað, bóðu teir hann um tekin.

Tá ið hann kastar teimum fyri vantrúgv teirra, tá bóðu teir hann eisini um tekin.

Teir duga framvegis ikki at skilja, at hansara heilsugerandi gerningar, hansara revsandi tala – og lív hansara sum heild er alt samalt tekin frá Gudi um, at hann var frelsarin, ið koma skuldi.

Vantrúgvin í dag biður eisini um tekin, fyri at fáa vissu um Jesus. Men fyri hvørt tekin, hon fær gjøgnum orðið, gjøgnum vitnisburðin og gjøgnum lívið, biður hon um nýtt tekin. ”Men hann svaraði og segði við teir: »Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets. ” Matt.12,39

Nineve-menn tóku við trúgv og vendu um eftir prædiku Jónasar. Skulu Nineve-menn á dómadegi stíga fram og dómfella okkum fyri vantrúgv okkara – okkum, sum fingu tekin Jónasar endurtikið við Jesusi sjálvum.

Er Jesu deyði og uppreisn okkum ikki nóg mikið tekin um Guds náði og kærleika móti syndarum, so verður okkum kortini ikki annað tekin givið. Vit hava Móses og profetarnar, vit hava orðið um Jesus. Ígjøgnum orðið vil hin Heilagi Andin geva okkum trúnna á Jesus. Leita vit í orðinum eftir Gudi, so finna vit hann í Jesusi, tí eingin kemur til faðirin uttan ígjøgnum sonin. Bara við trúgv á Jesus fáa vit syndir okkara fyrigivnar hjá Gudi. Jesu fremsta ørindi til tín, sum biður um tekin, er at siga tær: alt er fullgjørt, frelsan er fullbúgvin, tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
n.