Aftur til forsíðu

Jesus er akkurát tann sami í dag

Jesus er akkurát tann sami í dag

Skrivað: Marjun Nattestad Petersen

”Hann fór í ein bát, og lærusveinarnar fóru við honum. Brádliga brast stormur á, og báturin fjaldist av aldum, men Jesus lá og svav. Lærusveinarnir vaktu hann. ”Hjálp okkum, Harri”, róptu teir. ”Vit ganga burtur!” Hví eru tit bangnir?” spurdi Jesus. ”Líta tit ikki á Gud?” So reistist hann í bátinum og hótti at illveðrinum, og tað var blikalogn” (Matt 8,23-27).

Um kvøldið, tá ið eg leggi sonin at sova, dámar honum sera væl at hoyra frásøgnina um Jesus og illveðrið úr bókini ”Trúfastir vinir”. Á næstu síðu í bókini er ein mynd av einum báti, sum Jesus situr í saman við lærusveinum sínum. Báturin loysir frá landi og tveir menn, sum eru klæddir í onkrum, ið líkist einum laki rundan um miðjuna, eru í gongd við at skumpa bátin út frá landi. Í meðan eg greiði frá, spyr sonurin ”Mamma, hvat er hatta?” og peikar á lakklæðið, sum maðurin er í. Eg royni so sum frægast at greiða frá, at hatta var sovorðið, sum tey gingu í fyrr í tíðini. Eg greiði víðari frá og komi til, tá ið Jesus sigur við lærusveinarnar ”Hví vóru tit ræddir?” Hví ræddust tit, tá ið eg var hjá tykkum?”

Um vit fara aftur til klæðini hjá monnunum sum loystu bátin frá landi, hvat nú um vit ímynda okkum, at frásøgnin fór fram í 2019, og teir vóru í Levi’s-kovboybuksum og eini hettutroyggju? Og hvat nú um Jesus lá og svav umborð á Sam, og illveðrið brast á? Hugsa vit soleiðis, verður frásøgnin meira verulig í okkara hugaheimi, tí tað er so torført hjá okkum at fyrihalda okkum til nakað, sum hendi fyri 2000 árum síðan. Men vita tit hvat? ”Jesus er í gjár og í dag hin sami, ja, til ævigar tíðir” (Hebr 13,8). Jesus er akkurát líka nógv hjá okkum í dag, sum hann var hjá lærusveinunum í bátinum. Tá ið stormarnir herja á í okkara lívi, so nýtast vit, eins og lærusveinarnir fyri 2000 árum síðan, ikki at ræðast, tí Jesus er hjá okkum. Í roynd og veru kunnu vit eins og Jesus leggja okkum trygt at sova í storminum, tí Jesus er hjá okkum.

A+