Jesus er Guds ljós til okkara

Skrivað: Øssur Kjølbro

Jesaja profetar um 700 ár fyri Krists føðing: “Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi” (Jes 9,2).

Einaferð var tað ein vísur og góður kongur. Hann vildi fegin vita, hvussu fólk hansara hevði tað. Tí lat hann seg ofta í sum ein biddari og fór so at vitja tey fátæku. Og eingin kendi hann aftur. Einaferð vitjaði hann ein ógvuliga fátækan mann, sum búði í einum kjallara. Fátæki maðurin bjóðaði honum at eta burturav sínum vánaliga mati, og kongur át. Og kongur talaði vinarlig orð við hann. So fór hann avstað aftur.

Seinni vitjaði kongur aftur fátæka mannin og segði, hvør hann var. Kongurin ivaðist ikki í, at nú fór fátæki maðurin at biðja um onkra gávu ella tænastu. Men so var ikki. Ístaðin segði maðurin: “Tú fór úr tínum fína slotti fyri at vitja meg á hesum myrka og vánaliga staði. Tú át sama vánaliga mat sum eg. Tú bar hjarta mínum gleði. Øðrum hevur tú kanska givið dýrar gávur – men mær hevur tú givið teg sjálvan!”

Gud kundi eisini sent onkran annan, men vit halda jól, tí hann kom sjálvur. Hann kom fyri at vera Guds ljós hjá okkum. Fyri at geva okkum sanna gleði, sum ikki spillist og sum ikki missir sítt virði, eins og alt í hesum heimi so líðandi missir sítt virði. Jesus kom at geva okkum gleðina um, at Gud elskar okkum og fyrigevur okkum okkara syndir, so satt vit seta okkara álit á hann.

Guds sonur kom sjálvur fyri at liva saman við okkum og síðani at doyggja fyri okkara skuld! Himmalsins kongasonur kom sjálvur og gav mær og tær seg sjálvan! Lat okkum tí siga takk fyri ta allarstørstu jólagávuna, sum er Jesus sjálvur!