Jesus er syndara vinur

”Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: »Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!« ”
Luk.5,8

 

Hevur tú, sum nú lesur hesar reglur, nakrantíð í Orðsins sanna álvara, viðgingið, at tú ert ein syndigur maður ella ein syndug kvinna?

Eg kann vitna fyri tær, at um tú hevur sæð teg sjálvan sum eitt syndugt menniskja, og tú so hevur viðgingið tað fyri Jesusi – hevur í trúgv á hann játtað syndir tínar fyri honum, tá ert tú ein frelstur syndari. Tá fært tú at kenna, at Jesus elskar teg, og hevur elskað teg alla tíðina, meðan tú gekst blindur og bar tína egnu synd. Tí tann dagin, hann doyði á krossinum, doyði hann fyri syndina hjá hvørjum menniskja, sum trýr á hann og játtar syndina fyri honum. Slík menniskju eru Jesu vinir; teimum tekur hann sær av.

Tá ið Pætur sigur hesi omanfyri standandi orðini við Jesus, tá svarar hann honum: ”… »Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!« ”

Enn í dag nýtir Jesus slík syndug menniskju sum Pætur at veiða menn til Guds ríki. Men ofta styggir júst hetta tey sjálvrættvísu longri burtur frá Guds ríki – longri inn í teirra sjálvrættvísi. Sjálvrættvísin førir til dóm og glatan, meðan játtanin av syndini førir til fyrigeving og frelsu. Hin sjálvrættvísi sonurin var standandi uttanfyri faðirhúsið, meðan hin, sum vendi heim aftur og segði: ”Faðir, eg havi syndað!” kom inn og varð væl fagnaður.

Tá ið Pætur sá Jesu stóru vælgerð við at geva tann mikla fiskifong, tá sá Pætur seg sjálvan sum syndugan. Hvussu mangan hevur Jesus ikki gjørt væl ímóti tær og mær og vælsignað okkum við dýrum lívsins gávum. Latum okkum spyrja okkum sjálvi, um tað hevur fingið okkum til at venda okkum til Jesus og siga: ”Harri, eg havi syndað!”

Hava góðgerðir hansara fingið okkum til at fara frá øllum syndugum tonkum, orðum og verki og fylgja honum? – Hevur trúgvin á Jesus fingið okkum inn í hitt góða stríðið, har rættlætis sigurskransurin er syndafyrigeving og náði?
n.