Jesus er tann sami í dag
”Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami, og um allar ævir” (Hebr 13,8).
Hvussu var Jesus í gjár? Upplivdi eg Jesus á ein serligan hátt í gjár? Var hann nærverandi og hjálpti hann mær? Fekk eg tað, eg bað um, og svaraði Jesus mínum bønum?
Nøkur kunnu óivað siga ja til hesar spurningarnar, meðan onnur hugsa, at dagurin í gjár ikki var nakað serligt. Hann var kanska bara sum hinir undanfarnu dagarnir. Og var dagurin í gjár bara ein heilt vanligur dagur, ja, so er kanska ikki nógv troyst í orðinum um, at Jesus er tann sami í dag. Tí kunnu vit ikki nýta okkara kenslur og hvat vit føla her og nú í hesum samanhangi.
Vit skulu heldur hyggja í skriftina og lesa, hvussu Jesus var. Jesusar uppgáva var at hjálpa, grøða og bjarga fólkum, sum vóru illa stødd. Hann kom í heimin fyri at liva eitt syndafrítt lív og við sínum lívi og deyða at taka okkara syndir á seg. Og við at vinna á deyðanum og øllum tí ónda, at geva okkum ævigt lív. Við hesum í huga kunnu vit gleðast um, at Jesus er enn tann sami. Hann vil so gjarna hjálpa, grøða og bjarga okkum frá glatan. Og líka sum Jesus í gjár megnaði alt hetta, ja, so er hann eisini mentur at hjálpa okkum í dag.