Jesus fullførdi sín gerning, áðrenn hann doyði
Hetta ljóðar ikki heilt rætt, tí at Jesus var jú komin fyri at doyggja og rísa upp frá deyða. Kortini er yvirskriftin á ein hátt røtt. Í Jóhannes kapittul 17 biður Jesus til sín himmalska pápa. Í fjórða versi sigur hann, at hann hevur fullført tann gerning, sum Gud hevði givið honum. Men hvussu kundi hann siga tað so langt áðrenn krossfestingina og uppreisnina?
Í versunum 6-8 fáa vit svarið. Har sigur Jesus, at uppgávan, sum hann hevur fullført, er at gera sínar lærusveinar klárar til at gera fleiri lærusveinar. Nú manglaðu teir bert Heilaga Andan, áðrenn teir kundu fara í gongd.
Um Jesus hevði doyð á krossinum fyri okkara syndir, men ikki hevði gjørt lærusveinar, sum kundu bera boðini víðari, so hevði ongin av okkum hoyrt gleðiboðskapin um Jesu gerning. Men Jesus fullførdi sína uppgávu: Hann doyði fyri okkum og reis upp frá deyða, og hann skapti eisini ein hátt, so at fólk enntá í dag kunnu hoyra henda boðskap: við at senda sínar lærusveinar at gera aðrar lærusveinar, sum síðan fóru at blíva sendir at gera aðrar lærusveinar og so framvegis.
At gera lærusveinar var tí ein týðandi partur av tí gerningi, sum Jesus var komin at fullføra.