Jesus grøddi meg fyri deyðiligt krabbamein

”Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp. ”
Matt.9,25

 

 

Per Næss hevði eina sjáldsama og drepandi krabbameinssjúku (Von Recklinghouses sjúku – nevrofibromatese), sum herjar á miðnervalagið, beinagrindina og heilan.

Fyri tíggju árum síðani small hann í gólvið á arbeiðsplássinum og varð koyrdur í skundi á sjúkrahúsið. Teir funnu 47 illkynjaðar krabbavøkstrar. „Læknin læt topplokið upp, skar og lappaði meg saman aftur. Fyrst varð eg sendur á eitt hvíldarheim og so til hús,“ sigur Næss.

Ikki vardi leingi, fyrr enn hann var rættiliga vánaligur aftur og varð innlagdur á Radiumsjúkrahúsið. Har fekk hann „cellukur“ í tríggjar vikur, men støðan versnaði.

Per Næss varð fluttur til Lovisenberg Hospice. Tey, sum verða innløgd har, koma aloftast ongantíð livandi haðani. Tú fært umsorgan, kærleika og røkt. Tey geva tær ein virðiligan enda á lívinum.

Ein dagin komu nøkur frá Evangeliesenteret í Oslo inn á stovuna hjá Peri at biðja fyri honum.

„Eg bað eisini sjálvur. Tá eg bað, fór alt rúmið at lýsa sum ein yvirvaksin eldkúla. Í tí eina horninum sá eg Jesus standa og veittra til mín. Jesus kom yvir til mín, og eg føldi, tá ið hann legði hendurnar á meg. Allur kroppurin gjørdist glóðheitur. Jesus segði: „Per, tú skalt ikki doyggja. Tín tíð er ikki liðug. Reis teg upp úr songini og gakk.“

Um hesa tíðina vigaði Per Næss bara 38 kilo. Dagin eftir fór hann út úr stovuni uttan at styðja seg til nakran.

Per Næss varð grøddur hundrað prosent frá krabbanum. Yvirlæknin á Radiumsjúkrahúsinum, Jan Vincent Johannesen, skrivaði soleiðis um undrið: „Vit skilja einki av hesum undrinum, sum er hent við Peri Næss.“

Per er nú aftur í arbeiðslívinum. Hann arbeiðir 25% í einum starvi hjá samferðsluni, hjálpir til á Evangeliesentrunum og ferðast runt og heldur fyrilestrar saman við krabbameinsfelagnum.

„Eg eri glaður. Jesus hevur fullkomiliga broytt lív mítt. Lívið er eingin sjálvfylgja. Tað er ein gáva, og vit sleppa bara at læna hana. Tað er so týdningarmikið hjá mær at sleppa at siga frá tí, sum er hent við mær. Jesus hevur staðið dygst við songina hjá mær, og eg havi sæð hann grøtt meg. Jesus er hjá mær 24 tímar í døgninum,“ leggur Per dent á, og so heldur hann áfram: „Minst til! Tá ið tú møtir mótgongd, halt so saman hendur og bið Faðirvár. Søk Jesus. Tað ber til at finna hann!“
„Hjemmets Venn“ – Effie Campbell umsetti.