Jesus hjálpir í dagsins arbeiði og stríði(8:9)
”Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini. Og hann fór tá inn í annan bátin …”
Luk. 5,1-3
Men tað bar so á – soleiðis byrjar henda undurfulla søgan um fiskiveiðu Pæturs. Tað var ikki bara hesa einu ferðina, at Jesus hjálpti vinum sínum! Nei, ferð eftir ferð kom hann teimum til hjálpar!
Tað munnu ikki vera mong okkara, sum eru fiskimenn og standa og skola gørn. Men so gera vit okkurt annað. Kanska skola vit borðiskar fyri mammu, ella vit gera skúlating. Kanska vera vit fyri onkrum torførum og tungum, kanska eru vit sorgarbundin um okkurt ella bangin. So kemur hann okkum til hjálpar, sum tá ið hann gekk her niðri á jørðini.
”Setið gørnini út!” segði hann við Pætur. Hann vistu jú, hvussu illa hevði gingist um náttina. ”… »Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; …” segði Pætur Luk5,5 Lítið á Jesus! Tá vil Gud vælsigna tykkum gerandisdagin í øllum tí, tit gera – ja, alt lívið!
Sum bátarnir hjá Pæturi og vinmonnum hansara vórðu søkkladnir – soleiðis skal lív tykkara verða fylt av Guds gávum! Í staðin fyri skulu tit blaka alla stúran og gremjan ”fyri borð” – kasta tær yvir á Jesus, ”tí hann hevur umsorgan fyri tykkum!” Ja, hugsið tykkum, hvussu undurfult og stórt tað er: Jesus vil hjálpa okkum!
Ein smádrongur, sum var í dýrastu neyð, bað: ”Góði Gud, tú, sum ert so stórur, hjálp mær, sum eri so lítil” – og Gud hjálpti!
Hesa bønina biði eg ofta sjálvur – tað mást tú eisini gera!
Vilhelm Munch. E.Campbell týddi