Jesus kallar eisini tey, sum ivast

Skrivað: Øssur Kjølbro

"Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu. Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust" (Matt 28,16-17).

Mitt í hesi stórslignu frásøgn um, at Jesus sendir lærusveinarnar út um allan heim at gera øll fólkasløg til lærusveinar, kemur hesin stutti eykasetningurin, sum at síggja til oyðileggur alt: “men summir ivaðust”.

Men tað er bara at síggja til. Sakin er, at hóast Bíblian er skrivað við tí endamáli at vekja trúgv á Jesus, tekur hon samstundis tey mongu í álvara, sum stríðast við iva. Bæði Gamla testamenti (t.d. Ábraham og Sára, Job og klagusálmarnir) og Nýggja testamenti (t.d. pápin til drongin við málleysum anda og Tummas).

Summir av teimum, sum høvdu fylgt Jesusi og nú vórðu sendir út, ivaðust. Summi av okkum stríðast við iva, av og á ella ofta. Tey kristnu í dag eru eisini menniskju av holdi og blóði, sum ikki fáa allar lívsins brikkar at falla uppá pláss.

Tað merkisverda er, at Jesus leypur ikki tey um, sum ivast. Eisini tey brúkar hann í tænastu síni, at bera øðrum menniskjum av holdi og blóði gleðiboðskapin um hann, sum eisini er ein frelsari fyri tey ivasomu.