Jesus Kristus – hin sami um allar ævir

”Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. ”
Hebr.13,8

 

Stundum kunnu stórar hendingar og stórar upplivingar broyta eina menniskju. Mótburður kunnu gera eina menniskju beiska og harða. Sigur og framgongd kunnu gera menniskju hástór og errin. Men dagarnir eftir uppreisn Jesu sóu lærusveinarnir, at gjøgnum alt, sum hent var, var Jesus framvegis hin sami. Hóast lærusveinarnir høvdu givið honum orsøk til at vera vónbrotnan, og hóast hann hevði vunnið ein ovurstóran sigur, var hann kortini tann sami yvirfyri teimum.

Teir upplivdu, at hansara fyrigevandi kærleiki var har framvegis. Hann var ikki vorðin troyttur av at sýna teimum miskunn og geva teimum alt, sum teimum var tørvur á. Hansara markleysa umsorgan fyri teimum var ikki uppi. Hann var tann sami persónurin, sum teir høvdu fylgst við í trý ár. Sostatt var tað besta í lívi teirra ikki av. Teir skuldu framvegis sleppa at vera saman við tí Jesusi, sum teir kendu og elskaðu.

So kunnu eisini vit, sum eru Jesu lærusveinar í dag, gleða okkum um alt tað, sum Bíblian sigur okkum um hann. Tí tað er tann Jesus, sum vit hoyra til og mugu fylgja. Sum hann var ímóti sínum fyrstu lærusveinum, vil hann vera ímóti okkum. Hansara kærleiki og máttur eru enn tey somu.

Tá ið vit í Bíbliuni møta Jesusi sum vini syndarans, so er samstundis gott at vita, at tað er hann enn í dag. So er hann eisini mín vinur. Tá ið vit hoyra um Jesus sum tann góða hirðan, ið altíð hevur umsorgan fyri lærusveinum sínum og verjir teir, so eigi eg at vita, at tað er tann sami Jesus, eg hoyri til. Hann vil eisini í mínum lívi vera tann góði hirðin, sum aldri fer frá mær, men altíð tekur sær av mær og leiðir meg. Og hann hevur heldur ikki mist sítt vald. Eins og lærusveinar hansara aldri til fánýtis leitaðu sær hjálp hjá honum, soleiðis kunnu vit eisini liva við tí tryggleika, at Jesus er tann, sum bæði kann og vil hjálpa. Hvat ið so hendir, stendur tað fast, at Jesus hevur júst ta hjálp til mín, sum mær er tørvur á.

Tað er tann sami Jesus, sum eg einaferð skal møta og síggja við mínum egnu eygum heima í Himlinum. Heldur ikki, tá ið eg komi hagar, verður Jesus ein annar. Tí Guds Orð sigur um hann: Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.

Hin leitandi finnur, hin biðjandi fær,
tann lívslóg er føst í Guds ríki!
Ei Frelsarin rekur teg burtur frá sær,
hann aldri sítt lyfti kann svíkja.