Jesus livdi eitt sparsamt lív
Jesus, sonur Guds, sum livdi í ævigari dýrd hjá Faðir sínum ”… avklæddi seg hana(Guds mynd), í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; ”
Fil.2,7
Hvussu livdi Jesus?
Hann varð føddur í einum fjósi. Fyrsta vøgga hansara var ein krubba. Sum vaksin kom hann saman við fátøkum fólkum: fiskimonnum, tollarum, spitølskum, fátækum, einkjum og børnum.
Boðskapur hansara var greiður og lættur at skilja, so einfaldur, at teir klóku religiøsu leiðararnir ikki kundu torga tær eyðmýkjandi avdúkingarnar.
Jesus hevði ongan tørv fyri luksusi ella marglæti. Hann át og svav, tá ið høvi beyðst. Hóast hann kundi gjørt krav upp á allar teir góðu lutir, lívið hevur at bjóða okkum, valdi hann at siga frá sær ta dýrd og tað skreyt, sum var samanbundið við kongatignina.
Fyrsta reglugerð hansara til fyrsta evangeliserandi bólk sín var: ”Og hann segði við teir: »Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar. ” Luk.9,3.
Eitt av loyndarmálunum við tí stóru framgongdini, sendiboðini hjá fyrstu meinigheitini høvdu, hekk í hesum, um teir høvdu evnini at liva eitt einfalt lív, so sum Kristus livdi.
Mitt í einum boðskapi um pengar minnir Paulus korintmenn um ta sannroynd: ”Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir. ” 2.Kor.8,9.
Jesu einfalda, uppofrandi og tænandi lívsmynd eigur at vera okkara. ”… Ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð størri enn tann, ið sendi tað. ” Jóh.13,16. Ein og hvør, sum heldur fast um ynski at liva eitt lív í luksusi, setir seg sjálvan yvir Harra Harranna.
At seta okkum sjálvi hægri enn Frelsari okkara er kanska hin álvarsligasta syndin, vit kunnu gera. Vit hava yvirflóð og oyðsla óneyðugt. Pierson skrivaði í einari av bókum sínum, at um allir teir gull- og silvurlutir og alt hitt nyttuleysa pyntið, sum er at finna inni í heiminum hjá teimum trúgvandi, varð selt, hevði tað verið nóg mikið at bygt 50.000 skip fyri, lasta tey við Bíblium og trúboðarum og givið hvørjari sál evangeliið innan 12 ár.
Men vit eru hjartaleys og líkasæl og hugsa ikki um, hvussu tað skal gangast teimum mongu glataðu í ævinleikanum. Nei, latið okkum fremja Harrans verk. Hann hevur sjálvur sagt: ”Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala. Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera. ” Matt. 6,19-21
E.Campbell umsetti