Jóla feel-good”

Skrivað: Suffía Nón

Og Maria segði: «Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Gudi, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína  – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!» (Luk 1,46-55).

Orðini omanfyristandandi eru lovprísan Mariu, eftir at hon varð vorðin við barn.

Nú eru skjótt jól. Hetta er ein hugnalig tíð, ið hevur ein serligan dám yvir sær. Fólk eru spent, og gleða seg. Vit pynta, tendra ljós, baka, stákast og gleðast um hesa deiligu tíð á árinum. Vit hugna okkum saman við okkara kæru, fara til ymisk jólatiltøk, og gleða okkum allan desembermánað fram til jólaaftan. Vit gleðast um, at Jesus varð føddur.

Men tá ið jólini eru farin afturum, og alt tað, ið vit hava glett okkum til, er yvirstaðið, kann tað heila kanska virka eitt sindur keðiligt afturímóti tíðini beint áðrenn jól. Vit taka jólapyntið niður aftur, og tann vanligi gerandisdagurin byrjar aftur. Tað er sum um, at jóla ”feel-good” kenslan fánar burtur aftur.

Tíverri er tað soleiðis, at nógv trúgvandi fólk liva sítt lív bíðandi eftir tí næstu høgtíð ella “event”, so at man aftur kann fáa hesa ”feel-good” kensluna.

Men fara vit so aftur til tey fyrstu jólini og hugsa um umstøðurnar hjá Mariu, so vóru tey alt annað enn eini “feel-good” jól. Maria visti, at hon fór at møta sera nógva mótgongd, og at nógv dømandi eygu fóru at venda sær móti henni. Hon var einans ein tannáringur, men var við barn og ógift. Sum samfelagið var innrættað tá, var hetta ein stór skomm hjá bæði henni, ið varð við barn, og allari familjuni. Stutt sagt ein gøla.

Men Maria prísaði Gudi. Hon prísaði og takkaði Gudi fyri sína frelsu, og at Gud hevði víst henni náði. Maria lovprísaði Gudi, sjálvt um hon í eygunum hjá øðrum var komin í eina sera óhepna støðu, og átti at havt eina alt annað enn “feel-good” kenslu. 

Men veruligur lovsangur og “feel-good” kensla tekur ikki støði í umstøðunum, man er í, ella hvørja hátíð, vit halda. So tá ið jólini eru farin afturum, og vanligi gerandisdagurin byrjar aftur, minst tá til at taka hesa kensluna við tær. Tak jólagleðina við tær inn í nýggja árið. Tak lovsangin til Gud, jólagleðina og tøkkina fyri Jesu føðing við tær, sjálvt um jólini eru liðug. Sjálvt um vit bara hátíðarhalda Jesu føðing á jólum, so mugu vit minnast til at hátíðarhalda Jesu føðing í hjartanum hvønn dag, alt árið. Tað er verulig jólalovprísan; eins og Maria hevði á sinni.

Gleðilig jól øll somul.

Suffía Nón, Fuglafjørður