Jólini vóru dýr

”tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit
vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá
fedrunum, men við dýrmæta blóði Krists sum av einum lýtaleysum og
meinaleysum lambi, ”
1.Pæt.1,19-20

 

Jólini kostaðu Mariu og Jósefi tað, at tey í long tíðarskeið máttu umvera
hugnan í heimi sínum alla ta tíð, tey vóru í Egyptalandi, fyri at verja lívið
hjá lítla barninum.

 

Tað kostaði mammunum í og kring Betlehem smábørn síni, av tí at hin
ræðuligi Heródes drap tey.

 

Tað kostaði hirðunum teirra hvílu, tí teir noyddust at fara frá seyðunum til krubbuna.

 

Tað kostaði teimum fyrstu ápostlunum og øðrum kristnum jagstran og ofta
deyða.

 

Tað kostaði trúboðarunum ómetaliga nógva líðing og sakn at boða og
breiða út tann góða boðskapin.

 

Men meir enn alt hetta – tað kostaði Gudi Faðir einasta son sín – Hann
sendi Hann til jarðar at doyggja fyri syndug menniskju.

 

Tað kostaði Jesusi eitt lív í offuri og tænastu og ein harðan deyða á
krossinum, har Hann bar heimsins syndir.

 

ERU JÓLINI OV DÝR?

Tað eru tey, um tey bara merkja at geva og fáa gávur.

 

Tað eru tey, um tey bara merkja jólatræ og dekoratiónir.

 

Tað eru tey, um milliónir verða brúktar at hátíðarhalda tey.

 

Tað eru tey, um tey bara merkja nakrar frídagar.

 

JÓLINI ERU IKKI OV DÝR –

Um tey merkja vón heimsins!

Um tey merkja syndanna fyrigeving!

Um tey merkja frið millum menniskju!

Um tey gera menniskju før fyri at koma til Himmals!

 

Um vit hyggja at tí, sum Gud gav, og hvat ið Kristus gav, og hyggja vit so
at heimsins neyð, eru jólini tá nóg dýr hjá okkum?

”Kirkeklokken 1969.

Effie Campbell umsetti.