Kærleikin kostar

”Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: »Tað er fullgjørt!« Og hann boygdi høvdið og gav upp andan. ”
Jóh.19,30

 

Kærleikin kostar, og við komuni av Jesusbarninum til okkara heim rindar Gud hægsta prísin. Hann gav son sín til okkara í kærleika fyri at alt er goldið frammanundan, fyri at vit sjálvi skulu tora at elska.
Fyrrverandi bispur, Elisabeth Dons Christensen hugleiðir her yvir jólagleðiboðskapin

Óttist ikki, tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið.

Reytt er litur jólanna – heilt óheft av, hvat so øll kvinnubløð, lívsstílsbøkur og dugnaligu handlarnar gera fyri at fáa okkum til at velja nýggjar litir og nýggj snið hvørt ár. Og tað er gott, tað er soleiðis, tí reytt er eisini kærleikans litur. Hvat skuldu vit hátíðarhildið jólini fyri, um tað ikki var fyri ta djúpu fatan av, at vit liva av, at kærleikin verður okkum givin og sjálvi at geva kærleika, so gott, vit kunnu?

Men so er tað kortini heldur løgið við øllum hesum reyðu jólanissunum, tí tær hoyra í roynd og veru als ikki til har í kærleikans farleið. Nissan er upprunaliga ein deyður fedranna andi, sum heldur til á bygdum støðum, eins og onnur deyð, spøkilsir og dreygur gera.

 

Nissan flytur eisini altíð við og hevnir seg á ein, um hon ikki verður gott og ordiliga viðfarin. Tað er tí, hon skal hava ein stóran verð av rísgreyti jólaaftan. Tí lúrur hon eftir øllum okkara veikastu støðum og okkara ótta fyri ikki at kunna rinda aftur tað, sum vit skylda. Og vit skylda óendaliga nógv, um vit hugsa okkum væl um. Har er altíð onkur ella okkurt, ið hevur krav uppá okkum. Lívið hevur krav upp á okkum. Medmenniskjað, samfelagið og neyðstaddi heimurin um okkum hevur eisini krav upp á okkum.

Og tess meir tað, ið hevur krav uppá okkum, hevur at týða fyri okkum, tess størri er eisini tað gjaldið, vit hvør sær mugu rinda. Hetta er allarstørst, har vit elska allarmest. Og tískil vita vit eisini – hóast alla okkara vitan og upplýsing – at kærleikin hevur ein kostnað. Hann kostar ófrið og ekka og langar dagar. Hann kostar millum menniskju, ið ikki kunnu lata vera við at knýta seg til onnur í kærleika, og hann kostar fyri Gud, sum heldur ikki hevur kunnað latið vera við at knýta seg til okkum menniskju í kærleika.

Tí slepti Gud øllum sínum. Tí ofraði Gud seg sjálvan. Onki minni kundi gera tað. Gud hevði bert seg sjálvan, sín egna elskaða son at rinda við. Til fjós, krubbu, kross og deyða.

Gud gav sjálvan seg til okkara, fyri at vit skulu kunna tora at elska og geva okkum heilt til lívsins ljós, Guds lamb. Gud gjørdi tað í gleði. Har er als ongin nissa í flytigóðsi Guds. Alt er rindað frammanundan. Til gleði fyri okkum.

Gleðilig jól í navni várs Harra Jesu Kristi!

Elisabeth Dons Christensen er fyrrverandi bispur í Ribe Stift.