Kennir tú vegin til lívið?

Skrivað: Anna Marjun Hentze

Vegurin til lívið: At játta syndirnar fyri Gudi:

“Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi” (1 Jóh 1,9).

Fyrigeving fæst sostatt við trúgv á Jesu fyrigevandi náði. Frí og frelst!

Men, – tann sum ikki vil hoyra um synd og náði?

“Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum” (v10).

“Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum” (v8).

Álvarsamt: “Gera Gud til lygnara”, “svíkja okkum sjálv”,  “sannleikin er ikki í okkum”.

Tað er altso Gud, sum gjøgnum Bíbliuna allýsir okkara støðu! Frammanfyri honum nyttar ikki at vera hástórur ella betrivitandi.

“Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guds, at teir mega verða frelstir.

Tí at eg gevi teimum tann vitnisburð, at teir eru vandnir um Guds sakir, men ikki við skynsemi.

Tí at við tað at teir ikki kendu rættvísi Guds, og royndu at seta upp sína egnu rættvísi, so góvu teir seg ikki undir rættvísi Guds” (Róm 10,1-3).

Jesus er vegurin!