Keyp lagaligu stundina
“Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir. Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er!” (Ef 5,15-17).
Eg trúgvi, at Paulus hevur nakað sera týdningarmikið at siga okkum í hesum ørindum:
Fyri tað fyrsta, mugu vit ansa eftir, hvussu vit liva lívið, tí tíð okkara her á jørð er avmarkað.
Sálmaskaldið skrivar: “Kenn mær, Harri, mína endastund, hvat mál av døgum mær er lagað, lat meg vita, at brátt eg skal hiðan fara” (Sl 39,5)
Satt at siga, sigur Bíblian, at vit als ikki skulu rokna við degnum í morgin, tí í morgin kemur kanska als ikki fyri meg ella teg. Alt, vit hava, er nú – júst nú. Tíð okkara her á jørð er so virðismikil, tí hon er avmarkað.
Tað næsta, Paulus sigur okkum, er, at vit skulu keypa hina lagaligu stundina. Jesus segði, at hin óndi er ein tjóvur og ránsmaður. Ein av teimum lutunum, hin óndi roynir at stjala frá okkum, er okkara tíð, tí hon er ein virðismikil ogn. Hvussu brúkti tú tína tíð í 2020, og hvussu verður í 2021?