Klúgv hægri upp
„Síðan segði Harrin við Móses: „Far niðan á Ábraim fjallið her og lít yvir landið.““
4. Mós. 27,12.
Hægsta fjallið í eystara parti í USA er Mitchell fjallið, sum liggur í the Blue Ridge Mountains í Norður Carolina. Fyri mongum árum síðani segði Dr. Elisha Mitchell, at hesin tindurin var hægri enn nakar annar har í nánd, og so fór hann út einsamallur fyri at sigra á honum. Tætt uppi undir sjálvum tindinum misti hann fótafestið og fall niður og doyði. Hann varð jarðaður á tí fjallinum, sum nú ber navn hansara. Grøv hansara er at síggja enn tann dag í dag. Vinir hansara skrivaðu á gravsteinin: „Hann náddi hæddirnar fyri at hvíla í friði.“
Í Sveis á grøvini hjá einum øðrum fjallaklintrara ber gravsteinurin ta einføldu innskriftina: „Hann doyði, meðan hann kleyv.“ Mong menniskju hava strítt seg upp gjøgnum líðir í brøttum, grýtunum fjøllum, av tí at tey har uppi – burtur frá verðini – kenna seg tættari Gudi. Tað var uppi á tindinum á Mória fjalli, at Ábraham og Ísakur høvdu teirra mest dýrabaru uppliving saman við Gudi. Tað var á Sinai fjalli, at Gud vísti seg í einum roykskýggi og talaði tey tíggju boðini. Á Karmelfjalli vardi Elia Ísraels Gud framman fyri teimum, sum dýrkaðu Báal.
Jesus fór einaferð avstað eitt kvøldið saman við Pæturi, Jákupi og Jóhannesi fyri at klúgva upp á eitt høgt fjall. Meðan hann bað, sendi Faðir hansara Elia og Móses úr himli at tosa við son sín, og fjallatindurin var fjaldur í skyggjandi dýrd. Á einum fjalli, sum kallast Oljufjallið, fór hann upp til himmals, og uppi á hasum fjallinum fer hann aftur at standa, tá ið hitt Nýggja Jerusalem kemur niður av himli.
Tá ið Móses var 120 ára gamal, varð hann biðin at klúgva upp á Nebo fjallið (Ábarim), har hann skuldi doyggja. Av tindinum stardi hann tvørtur um tann grøna og fruktagóða dalin við Jórdan ánna til teir træklæddu heyggjarnar í tí lovaða landinum. Í 40 ár hevði Móses glett seg til tann dagin, tá ið hann skuldi leiða fólkið til Kánáan. Men vegna synd sína í Kádesj, misti hann tey forrættindi og noyddist at doyggja á fjallatindinum. Men Jesus reisti hann aftur til lívs og tók hann við til tað himmalska Kánáan.
Um tú vilt sleppa at síggja yvir í tað lovaða landið, tað landið, sum Gud fer at geva sínum trúføstu børnum, lat so Bíbliu tína upp á Jesaja kapittul 11 og kapittul 35 og síðani á Opinberingina kapittul 21 og 22. Av fjallatindunum á hasum fýra undurfullu kapitlunum kanst tú eisini hyggja yvirum og síggja hitt lovaða landið.
„Reach out“ – Effie Campbell umsetti