Kom – Jesus rópar teg!

Skrivað: Rannvá Langgaard

Jesus vil hava teg og meg á tal. Hann vil lurta eftir, hvat vit hava uppá hjarta.

  • Hann hevur ikki ringa tíð.
  • Hann ber seg ikki undan, tí at hann skal skunda sær.
  • Nei, Jesus gevur sær stundir og spyr: “Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg!”

Jesus og lærusveinarnir koma til Jeriko. Ein stór mannfjøld fylgist saman við teimum.

Tá bar so á, at har situr Bartimeus, ein blindur biddari, við vegin. Og tá hann hoyrdi mannfjøldina ganga fram við vegnum, spurdi hann, hvat hetta var. Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið.

Og tá tók hann at rópa og segði: “Jesus, sonur Dávids miskunna mær!” Og tey sum gingu undan, høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði hvaðna harðari: “Dávids sonur, miskunna mær.”

Og Jesus steðgaði og segði: “Rópið hann higar! Og tey rópa hin blinda og siga við hann: “Hav gott treyst, reis teg upp, Jesus rópar teg!”

Men hann kastaði kappan av sær, sprakk á føtur, og tá hann var komin tætt til Jesus, spurdi Jesus:

“Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?”

Men hann segði: “Harri, tað at eg má fáa sjón mína aftur!”

Og Jesus segði við hann: “Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!”Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi Jesusi og prísaði Gudi. Og alt fólkið lovaði Gudi, tá ið tey hetta sóu.

Hav tú eisini gott treyst! Reis teg upp! Jesus rópar á teg og vil hava teg at siga sær, hvat hann skal gera fyri teg.

Takk og lov!

Má Jesus hjálpa okkum at bera alt til Jesus og siga honum, hvat hann kann hjálpa okkum við. Hjá honum er alt gjørligt. Hann kann hjálpa við øllum og í øllum viðurskiftum.

Frásøgnin er úr Lukasevangellinum 18,35-43 og Markusevangeliinum 10,46-52.