Komið, tí at nú er alt tilgjørt!

Skrivað: Jórun Eið Johannesen

Fyri mongum árum síðani var siðvenja her í bygdini at ganga hús úr húsi og bjóða fólki til fest. Men fyrst varð kunngjørt, at festin bleiv ein ásettan dag. Tá dagurin so upprann og konurnar høvdu gjørt alt til reiðar av einslistum, so blivu børnini send runt at siga frá, nær festin byrjaði.

Ein sovorðin innbjóðing kann minna okkum á, hvussu okkara lív er ein fyrireiking til tað æviga. – Tá vit lesa um hina stóru kvøldmáltíðina, hoyra vit orðini: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt” (Luk 14,17). Gud hevur fyrireikað seg bæði væl og virðiliga. Alt er tilgjørt og enntá fullgjørt. Onki manglar. Vit hava fingið boðini um Guds kærleika. Hann ofraði sín son, fyri at vit menniskju skuldu fáa ævigt lív saman við sær. Okkum stendur í boði at taka ímóti frelsuni og tí ævigu sæluni heima í Guds ríki. Tá alt soleiðis er bæði tilgjørt og fullgjørt, so er bara eftir hjá okkum at siga takk og taka av tilboðnum. Meira skal ikki til, enn at siga takk fyri frelsuna.