Komið tosið um Jesus

Skrivað: Jonleif Danielsen

“Og tað hendi, meðan teir samtalaðu og skiftu orð um hetta, kom Jesus sjálvur til teirra og fór í ferðini við teimum” (Luk 24,15).

Matteus 12,34 sigur, at muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Og hetta avdúkar okkum øll. Ofta hava vit hug til at tosa um tey tingini, sum vit fylla okkum við. Til dømis tosar ein, sum gongur uppí seyð, um seyð, onkur, sum dámar fótbólt, tosar um fótbólt og so framvegis.

Men sum trúgvandi átti einki verið meira vanligt enn at tosa um Jesus, ella er tað nú so? Nei, ofta tosa vit um alt annað á arbeiðsplássinum ella í skúlanum, og so kunnu vit goyma hatta við Jesus, til vit fara á møti ella kirkju sunnudagin.

Men sum vit síggja í søguni um lærusveinarnar, sum ganga til Emmaus, tosa teir saman um Jesus og um tað, sum er hent í Jerusalem. Men á ferðini kemur Jesus til teirra og lærir teir meir um seg.

Soleiðis er tað eisini í dag. Vit eru á ferð saman við nógvum brøðrum og systrum. Lat okkum tosa saman um Jesus hvønn dag, og lata Jesus tosa við okkum um seg.

Hetta er somuleiðis eisini tann vitnandi kirkjan, sum Jesus byggir sína kirkju á, og megin í hesari kirkju er so stór, at helheimsins portur kunnu einki gera við hana.

So lat okkum, sum eru brøður og systrar, fylla okkum meir við Jesusi dagliga og tosa meir saman um hann, so at hann verður lyftur upp í tí felagskapi, sum vit hava við brøður og systrar okkara.