Krabbameins-læknin, professari dr.med. Carl Krebs:

”Mínar hvíludagar skulu tit halda og hava óttafulla virðing fyri halgidómi mínum. Eg eri Harrin! ”
3.Mós.26,2

”Tá ið eg um várið 1913 fyrireikaði meg til 1.part av tí medisinska embætispróvnum og royndi míni ítastu evni, førdi eg gjølliga dagbók yvir hvørja ferð, eg setti meg at lesa anatomilesturin og hvørja ferð, eg gavst aftur. Tær vikur, sum eg helt heilt frí sunnudagin, kundi eg í miðal lesa 60 tímar um vikuna, men hevði eg lisið ein sunnudag og legði so teir tímarnar afturat lesitímunum í teir fylgjandi 6 dagarnar, náddi eg ongantíð í miðal meir enn 54 tímar um vikuna. Minst til at halda hvíludagin heilagan! Tað vilja tygum verða glaður fyri, tá ið kemur at standa á tygum – tá ið ræður um at royna sín ítasta mátt.”