Krúna ella krossur?
”Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi. ”
Jóh.6,15 ; Les 6,1-15
Nú vóru tey ikki í iva meira. Hann var profeturin. Teknið var klárt og greitt og ikki til at fara skeivur av. Hann skuldi vera kongur teirra, og fegnir vildu teir geva seg inn undir vald hansara, tí teir sóu í honum ein, ið var førur fyri at fremja tey tímiligu endamálini, ið liggja fremst í huganum hjá okkum menniskjum. Hann kundi koma at vera teimum ein hentur hjálpari í stríði og strevi teirra fyri dagligum breyði. Longur gekk hugsan teirra ikki viðvíkjandi Jesusi, og longur gongur mangan heldur ikki okkara hugsan. Vit søkja sum teir tekn, men tekn, vit sjálvi hava ásett. Og fyrr enn hesi tekn liggja klár og greið fyri okkum, so vit – so at siga – beinleiðis kunnu grípa tey, ikki bert við viti okkara, men eisini við sansum okkara, ja, fyrr velja vit hann ikki til kong. Men soleiðis er Gud ikki. Hann letur seg ikki binda av einari ”handfesting”. Hann møtir okkum sum tann, ið ongan vil hava yvir sær og ongan við síðuna av sær. At hann er kongur merkir, at hann sjálvur er tann, ið ásetir endamálini, ið framd skulu verða, og ikki vit menniskju. Tað er prísurin, tú og eg mega gjalda, um hann skal vera kongur okkara. Jesus visti, at jødar ikki vildu gjalda henda prís, tí vendi hann sær frá teimum.
Hann sá fyri andliga eyga sínum eitt annað tekin, og tað var ikki ein kongakrúna, men ein krossur. Eftir hesum krossi gekk hann leið sína; hann visti, at soleiðis var tað faðirsins vilji, og hesum vilja vildi hann vera lýðin, sjálvt tá heimurin lokkaði við eini kongakrúnu. Ja, Gud havi lov, hann var lýðin! Tí hvar var vón okkara í dag, um hann hevði valt trúnu fyri kross, krúnu fyri krans? Hann vrakaði heiður og æru og valdi deyða og vanvirðing. Tí kundi hann verða tær og mær ein frelsari. Hann, ið vil frelsa seg og sítt, kann aldri samstundis frelsa onnur. Lat okkum av Jesusi læra, at skal lív okkara bera frukt, og vit verða til eitt sindur av hjálp og signing fyri onnur, verður tað einans, um eisini vit læra at vera Guds vilja trúgv, sjálvt tá hann heldur kross upp fyri okkum.
J.Weihe