Aftur til forsíðu

Lat okkum spreiða gleði

Lat okkum spreiða gleði

Skrivað: Martha H. Mýri

“Vælgerin sál skal verða ríkiliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður” (Orðt 11, 25)

Í bókahandlum í dag eru nógvar sjálvhjálparbøkur, ið kunnu siga okkum, hvussu vit fáa eitt eydnusamari lív. Orðtøkini hjá Sálomoni kunnu samanberast við slíkar bøkur, tí har eru hópin av vísdómsorðum, sum kunnu føra til eitt eydnusamari lív her á fold fyri teg, tín næsta og við Gudi í miðdeplinum.

Her sigur Sálomon, at um vit gera væl móti øðrum og lívga um onnur, so skulu vit kenna stóra signing av hesum. Vit kenna tað kanska sjálvi í gerandisdegnum, at vit blíva glað, tá vit fáa eitt smíl, lívgandi orð, gávur, ella tænastur frá okkara næsta. Hetta kann gera okkum so gott, at tað smittar okkum soleiðis, at vit fáa hug at gera gott ímóti øðrum eisini. Tað er torført at lata vera við at smílast, um ein fær eitt fitt smíl á vegnum. Lívgandi orð gleða ikki bara tann, sum fær tey, men tey spjaða gleði rundanum.

Guds orð gevur mær hesa avbjóðing. Má Jesus hjálpa mær at lívga um onnur og spreiða gleði, góðar gerðir og góð orð, har eg eri.

A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.