Latið okkum fara og hjálpa

Skrivað: Kristianna Johannesen

"Jesus segði: Farið út um allan heim og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!" (Luk 16,15).

Jesu fyrstu lærusveinar fingu álagt at fara út um allan heim og kunngerða gleðiboðskapin, at Jesus Kristus varð deyður fyri allar heimsins syndir. Soleiðis hava Jeus lærusveinar gjøgnum yvir 2000 ár uppflylt hesa áheitan.

Í dag liggja boðini hjá okkum, sum trúgva á Jesus.

Jesu boð ljóða: Farið út til øll fólkasløg. Ongin okkara kann fara allastaðir, men øll kunnu vit vera Jesu vitni, har vit eru sett. Ongin okkara kann gjalda alt, sum Guds ríki kostar, men øll kunnu vit geva av tí okkum er litið til.

Øll kunnu vit vera við í okkara nærumhvørvið at peika á Jesus. Øll kunnu vit vera við at bjóða einum vini við til Guds orð. Øll kunnu vit vera við at biðja fyri framgongd í Guds ríki.

So latið okkum í dag fara og bjóða okkum fram. Latið okkum finna inn í tað heilaga brøðralagið saman við teimum, sum longu tæna. Latið okkum vitna, at tað er gott av vera Jesu lærusveinur.

Jesu størsta ynski er at fáa trúgvar tænarar at arbeiða fyri seg.

 

Tú, sum trýrt á Jesus, skjótur ver og far

Í hans stóra víngarð, tak upp starvið har,

Ongan dag lat fara uttan verk og bøn,

So skal sælan verða tær ein náðiløn

MS 621 v 3