Latið okkum taka ímóti
”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóh 1,12)
At taka ímóti Jesusi er at trúgva á hann og at hava álit á honum. Gud sendi Jesus í heimin, ikki fyri at døma heimin, men fyri at heimurin skal vera frelstur við honum. Ikki øll, sum hoyrdu Jesus tala og sóu hann virka, tá hann livdi her á fold, tóku ímóti honum. Ikki øll, sum gjøgnum øldirnar eftir Jesu føðing, og sum liva í dag og hava hoyrt um Jesus, trúgva á hann. Orðið sigur, at so mong, sum taka ímóti og trúgva, tey eru Guds børn. Við at taka ímóti Jesusi, mugu vit leggja okkara egna stórleika til síðis og líta á hann og hansara fullgjørda verk á Golgata. Tá vit taka í móti Jesusi, fáa vit barnakor og arvarætt hjá Gudi. Vit fáa somu atgongd, sum Jesus, til í Guds ríki. Vit verða Guds børn. Trúgvin er ikki nakað, sum arvast. Í Guds ríki eru ongi barnabørn. Ein og hvør okkara má taka støðu fyri Jesusi og trúgva honum og harvið gerast Guds barn. Latið okkum – hvønn einstakan – taka ímóti Jesusi, tá hann kallar okkum og sigur: Komi til mín!