Legg dent á tað, sum veruliga hevur týdning!
Tað er ógvuliga lætt og skjótt hjá okkum menniskjum at verða heilt upptikin av okkara dagligu avbjóðingum, okkara tráan eftir vælferð, ríkidømi, at røkka málum, at vera nógv avhildin ella aðrar dagligar stúranir. Ja, so upptikin kunnu vit gerast í hesum, at vit gloyma tað, sum hevur allarstørsta týdning í lívinum!
Og hann segði við tey: ”Ansið eftir og varið tykkum fyri øllum gírni, tí at um onkur hevur almikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí, hann eigur.” (Jóh 12,15).
Einaferð tosaði ein maður við ein eingil. Eingilin segði: ”Hvat kann eg hjálpa tær við?”. Maðurin segði: ”Kanst tú ikki vísa mær børsskrásetingarnar fyri eitt ár fram í tíðina. Tí so veit eg, hvat eg skal seta mínar pengar í og soleiðis gerast multimillióningur.” So bresti eingilin við fingrunum, og fram kom dagblaðið Børsen við børsskrásetingunum fyri tað komandi árið. Maðurin hugdi ígjøgnum blaðið og nærlas listarnar og legði merki til, hvørji partabrøv fóru at fáa ein høgan kurs og hvørji, ið fóru at hava ein lágan kurs.
Men mitt í allari gleðini byrjaðu tár at renna niður eftir kinnum hansara. Og hví? Jú, tá hann hugdi niður eftir blaðsíðuni við minningarorðum um tey, sum vóru deyð, sá hann sítt egna andlit.
Gud er ikki ímóti, at tú og eg ogna okkum ting og røkka málum her í lívinum. Men hann vil, at tú skalt vita, at hetta lívið bara hevur eitt avmarkað innihald, og um vit ikki liva hvønn dag í ljósinum av ævinleikanum, so er skjótt, at vit spilla okkara tíð uppá tey skeivu tingini. Tað er í lagi at njóta tey tímiligu tingini – bara okkara innaru eygu eru fest á tað æviga.
Paulus segði: Men eg meti lív mítt einkis vert fyri meg sjálvan, um eg bara má fullføra skeið mítt og ta tænastuna, sum eg fekk frá Harranum Jesusi: at vitna um gleðiboðskapin um Guds náði. (Áps 20,24).
Um tú nært at gerast hundrað ár, so fært tú eina føðingardagsheilsan frá sjálvari drotningini. Men tað er nú lítið afturímóti viðurkenningini: ”Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi tænari”, sum tú fært frá Gudi, tá tú hevur fullført tær uppgávur, sum hann hevur givið tær at útinna her á jørð.
Hans Kristian Justesen, Herlev