Líkist tú hundunum?

 

”og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka; men eisini hundarnir komu og sloktu sár hansara. ”
Luk.16,21

 

Ein maður gekk umkring og kannaði feilir og mistøk hjá øðrum og serliga hjá teimum kristnu, har hann fann so sera nógv at finnast at. Ein dagin møtti hann einum manni, sum sat og lurtaði eftir atfinningum hansara.

”Hevur tú lisið Bíbliu tína?” spurdi so maðurin.

”Ja, sjálvandi,” svaraði hin.

”So hevur tú eisini lisið frásøgnina um ríka mann og Lázarus.”

”Sjálvandi tað,” var svarið.

”So, so” segði hin, ”Men tú minnir meg nógv um hundarnar í tí líknilsinum.”

”Hvat meinar tú við?” spurdi maðurin argur.

”Jú, sært tú, tað stendur, at hundarnir sleiktu sár hansara; eg haldi, at tú gert tað sama. Tú leitar bert eftir tí, sum sjúkt er hjá teimum kristnu. Tað sum er í lagi hjá teimum, tað sært tú ikki.”

Tað eru mong menniskju, eisini her á landi, sum eru sum hundarnir í hesum líknilsinum. Tey leita bert eftir sárunum og veikleikunum, og feilirnar, sum tey finna hjá øðrum, hava tey ongantíð sjálvi.

Hvussu er tað við tær, sum lesur hetta? Leitar tú eftir sárum hjá øðrum, til tess at fjala tíni egnu sár? Tað er ein fátæk troyst, tí tá finnur tú ongan bata fyri egnu sár tíni.

Tann, sum rakar við egnu sár síni, hann hevur møguleikan at verða hjálptur av hinum stóra læknanum.

Kanna teg sjálvan: líkist tú hundunum, ella kennir tú á tær, at tú hevur fyri neyðini hin stóra læknan?
A.J.