Lívsins roynslur

Skrivað: Jørgen Frantz Andreasen

”Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt” (Matt 6,33).

Hevur tú havt tað trupult í seinastuni? Hava tað verið nógvar avbjóðingar? Tá vit sum menniskju ganga ígjøgnum lívið, fáa vit ofta tíðir, har tað sær eitt sindur møtimikið út. Nógv at takast við, nógvar avgerðir skulu takast og so framvegis.

Í dag er tað nærliggjandi, at vit royna at klára okkum sjálv ígjøgnum alt tað, vit møta, og hetta gongur nokk eisini fínt eina tíð, men so er tað, sum um vit kenna okkum fella meir og meir afturúr, og tað er bara meir og meir, sum liggur og ávirkar okkum neiliga.

Hevur tú hugsað um ørindið, vit hava til hesa andakt? Hvat er tað, Jesus sigur her? Hann bjóðar tær eina hjálpandi hond til tín dagligdag. Hann vil læra okkum at koma til hansara við øllum, líkamikið hvat tað er. Hann vil gjarna verða ein natúrligur partur av okkara lívi. Hann vil hjálpa okkum ígjøgnum okkara roynslur.

Um vit geva Jesusi alt okkara og serliga okkum sjálv og søkja hann fyrst, so skal hann hjálpa okkum og ganga við okkum allastaðni, har vit ferðast, og hann skal veita okkum hvíld og verju. Hvat kann vera betri enn tað?

Kom og ver við, legg alt fram fyri Jesus og ráðfør teg við hann í øllum lívsins viðurskiftum, so hevur hann lovað at hjálpa. Kom og tak hann uppá orðið.

 

Jesus signi tær dagin og framtíðina.