Lukas 10,1-16
Teksturin í dag er Lukas 10,1-16
Jørgen Andreasen lesur.
v1 Men eftir hetta valdi Harrin sær út eisini sjúti aðrar og sendi teir út undan sær, tveir og tveir, í hvørja bygd og í hvønn stað, sum hann sjálvur ætlaði at koma í. v2 Og hann segði við teir: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin. v3 Farið! Sí, eg sendi tykkum út eins og lomb mitt ímillum úlva. v4 Havið ikki pung við tykkum, ikki klæðsekk, ikki skógvar, og heilsið ongum á leiðini. v5 Men hvar sum tit koma inn í hús, har skulu tit fyrst siga: «Friður veri við hesum húsum!» v6 Og er har nakað friðarbarn inni, tá skal friður tykkara hvíla yvir tí; men er tað ikki so, tá skal hann venda aftur til tykkara. v7 Verðið í sama húsi og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum; tí at arbeiðismaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta hús úr húsi. v8 Og hvar sum tit koma inn í eina bygd, og tey taka ímóti tykkum, tá etið tað, sum sett verður fyri tykkum; v9 og grøðið tey sjúku, sum eru har, og sigið við tey: «Guðs ríki er komið í nánd hjá tykkum!» v10 Men hvar sum tit koma inn í eina bygd, og tey ikki taka ímóti tykkum, tá farið út á gøturnar og sigið: v11 «Eisini dustið, sum hongur við føturnar á okkum úr bygd tykkara, turka vit burturav til tykkara; men hetta skulu tit tó vita, at Guðs ríki er komið í nánd.» v12 Eg sigi tykkum: Tað skal gangast Sódomu frægari á hinum degi enn teirri bygdini. v13 Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar verið gjørdar í Týrus og Sidon, sum eru gjørdar í tykkum, tá høvdu tær langt síðan vent um og sitið í sekki og øsku. v14 Men tað skal gangast Týrus og Sidon frægari í dóminum enn tykkum. v15 Og tú, Kapernaum! Eigur tú at verða lyft upp til himmals? Til heljar skalt tú verða stoytt oman. v16 Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg; og tann, sum vanvirðir tykkum, vanvirðir meg; men tann, sum vanvirðir meg, vanvirðir hann, sum sendi meg.»