Lukas 10,38-42

 

Teksturin í dag er Lukas 10,38-42

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

38 Ein dagin kom Jesus inn í eina bygd, har hann varð boðin inn til eina kvinnu, sum æt Marta. 39 Hon átti eina systur, sum æt Maria, og hon setti seg hjá Jesusi at hoyra hann, 40 meðan Marta stákaðist fyri gestinum. Marta fór til Jesus og segði við hann: “Leggur tú einki í, at systir mín letur meg vera einsamalla um alt arbeiðið? Sig við hana, at hon skal koma at hjálpa mær.” 41 Men Jesus svaraði; “Góða Marta, slappa av og lat ikki umstøðurnar ørkymla teg. 42 Men tað er bara eitt, sum er neyðugt. Maria hevur valt tað rætta, og tú mást ikki taka tað frá henni”

Teksturin frá biblia.fo

v38 Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð, at hann kom inn í eina bygd. Har var ein kvinna, ið nevndist Marta, sum beyð honum inn hjá sær. v39 Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara. v40 Men Marta hevði strævið við nógvari stákan; og hon kom til og segði: «Harri, leggur tú ikki í, at systir mín letur meg vera einsamalla um matgerðina? Sig tó við hana, at hon skal taka hondina í við mær!» v41 Men Harrin svaraði og segði við hana: «Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; v42 men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.»