Lukas 15,11-32
Teksturin í dag er Lukas 15,11-32
Jógvan Højgaard lesur.
v11 Og hann segði: «Ein maður átti tveir synir. v12 Og hin yngri teirra segði við faðirin: «Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast. v13 Og hann býtti góðsið millum teirra. Og ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt saman og fór burtur í eitt fjarlagið land, og har oyddi hann burtur ogn sína í einum óryggiligum levnaði. v14 Men tá ið hann hevði forkomið øllum burtur, kom hørð hungursneyð um hetta sama land, og hann fór at líða neyð. v15 Og hann fór til ein bónda har í landinum og helt seg aftrat honum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum. v16 Og hann vildi fegin fylla búk sín av tí dravi, sum svínini ótu; men eingin gav honum nakað. v17 Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: «Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri! v18 Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; v19 ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?» » v20 Og hann reistist og tók at ganga til faðirs síns. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann. v21 Men sonurin segði við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.» v22 Men faðirin segði við húskallar sínar: «Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í tey, og setið ring á fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á føturnar; v23 og farið eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latum okkum eta og vera glaðar! v24 Tí at hesin sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.» Og teir tóku at halda sær á gaman. v25 Men hin eldri sonur hansara var úti á markini; og tá ið hann kom heim og nærkaðist húsunum, hoyrdi hann spæl og dans. v26 Og hann rópaði ein av húskøllunum til sín og spurdi hann, hvat hetta hevði at týða. v27 Men hann segði við hann: «Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, av tí at hann hevur fingið hann heilan aftur.» v28 Tá varð hann illur og vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bað hann. v29 Men hann svaraði og segði við faðirin: «Sí, í so mong ár havi eg nú tænt tær, og havi aldri gjørt ímóti boðum tínum; og mær hevur tú aldri givið so frægt sum eitt smálamb, so at eg kundi fáa mær ein stuttleika saman við vinum mínum! v30 Men tá ið hasin sonur tín er heim aftur komin, sum hevur oytt burtur ognir tínar við skøkjum, nú drepur tú gøðingarkálvin til hansara!» v31 Men hann segði við hann: «Sonur mín, tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt; v32 men nú áttu vit at hildið okkum at gamni og at verið glaðir, tí at hesin bróðir tín var deyður og er livnaður aftur, var farin og er fingin aftur.»