Lukas 18,1-8

 

Teksturin í dag er Lukas 18,1-8

Torleif Johannesen lesur.

v1 Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast, og segði: v2 «Í einum staði var ein dómari, sum ikki óttaðist Guð og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja. v3 Men í sama staði var ein einkja, og hon kom til hansara og segði: «Lat meg fáa rætt yvir mótstøðumanni mínum!» v4 Leingi vildi hann ikki, men at endanum segði hann við seg sjálvan: «Tó at eg ikki óttist Guð og ikki firnist fyri nøkrum menniskja, v5 so vil eg kortini lata hesa einkjuna fáa rætt sín, av tí at hon ger mær ónáðir, fyri at hon ikki javnt og samt skal koma og plága meg.» v6 Men Harrin segði: «Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur. v7 Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum? v8 Eg sigi tykkum: hann skal lata tey fáa rætt sín í bræði. Men tá ið menniskjusonurin kemur, man hann tá finna trúnna á jørðini?»