Lukas 18,18-30
Teksturin í dag er Lukas 18,18-30
Torleif Johannesen lesur.
v18 Og ein av høvuðsmonnunum spurdi hann og segði: «Góði meistari, hvat skal eg gera, at eg kann arva ævigt lív?» v19 Men Jesus segði við hann: «Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Guð. v20 Boðini kennir tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína.» v21 Men hann segði: «Alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.» v22 Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, segði hann við hann: «Eitt vantar tær enn. Sel alla ogn tína og skift hana sundur millum teirra fátæku, tá skalt tú hava dýran grip í himlinum, og kom so og fylg mær.» v23 Men tá ið hann hoyrdi hetta, varð hann heilt tungur í huga, tí at hann var ógvuliga ríkur. v24 Men tá ið Jesus sá tað á honum, segði hann: «Hvussu torført er hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki! v25 Tí at tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.» v26 Men teir, sum hoyrdu hetta, søgdu: «Hvør kann tá verða frelstur?» v27 Men hann segði: «Tað, sum er ógjørligt hjá monnum, er gjørligt hjá Guði.» v28 Men Pætur segði: «Sí, vit hava yvirgivið okkara egna og fylgt tær.» v29 Men hann segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, at tann er eingin, sum hevur yvirgivið hús ella konu ella brøður ella foreldur ella børn fyri Guðs ríkis sakir, v30 uttan at hann skal fáa tað mangar ferðir aftur í hesi tíð og í hinum komandi heimi ævigt lív.»