Lukas 18,9-17

 

Teksturin í dag er Lukas 18,9-17

Torleif Johannesen lesur.

v9 Men hann segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki: v10 «Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari. v11 Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: «Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. v12 Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.» v13 Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: «Guð náði meg syndara!» v14 Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.» v15 Men tey bóru eisini smábørnini til hansara, at hann skuldi nema við tey; men tá ið lærusveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum. v16 Men Jesus kallaði tey til sín og segði: «Latið børnini koma til mín og forðið teimum tað ikki; tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. v17 Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.»