Lukas 19,1-10
Teksturin í dag er Lukas 19,1-10
Jørgen Andreasen lesur.
v1 Og hann fór inn í Jeriko og helt ferðini har ígjøgnum. v2 Og sí, har var maður, at navni nevndur Sakeus, og hann var yvirtollari, og hann var ríkur. v3 Og hann vildi fegin fáa at síggja, hvør ið var Jesus; men hann kundi ikki sleppa framat fyri mannamúgvuni, tí at hann var lítil av vøkstri. v4 Og hann rann undan og kleiv upp í eitt morberjatræ, fyri at fáa hann at síggja, tí at leiðin hjá honum lá har framvið. v5 Og tá ið Jesus kom hagar, leit hann upp og bar eyga við hann og segði við hann: «Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.» v6 Og hann skundaði sær og fór niður og tók ímóti honum glaður. v7 Og tá ið tey sóu hetta, vórðu tey øll illa við og søgdu: «Hann er farin inn hjá einum syndigum manni at gista.» v8 Men Sakeus steig fram og segði við Harran: «Sí, Harri, helmingin av ogn míni gevi eg fátækum, og um onkur er, sum eg av órættum havi tikið ov mikið frá, vil eg lata tað ferfalt aftur.» v9 Men Jesus segði við hann: «Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri, við tað at eisini hesin maður er sonur Ábrahams; v10 tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.»