Lukas 19,28-40
Teksturin í dag er Lukas 19,28-40
Jørgen Andreasen lesur.
v28 Og tá ið hann hevði sagt hetta, gekk hann undan og fór niðan til Jerúsalem. v29 Og tað hendi, tá ið hann nærkaðist Betfage og Betániu við fjallið tað, sum kallast Oljufjallið, at hann sendi tveir av lærusveinunum undan og segði: v30 «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og tá ið tit koma hagar, munnu tit finna eitt fyl standa bundið, sum einki menniskja enn nakra tíð hevur sitið á; loysið tað og leiðið tað higar. v31 Og um onkur spyr tykkum: «Hví loysa tit tað?» tá skulu tit siga soleiðis: «Harranum tørvar tað!» » v32 Og teir, sum sendir vóru, fóru avstað og funnu tað soleiðis, sum hann hevði sagt teimum. v33 Men tá ið teir loystu fylið, søgdu teir, sum áttu tað, við teir: «Hví loysa tit fylið?» v34 Og teir søgdu: «Harranum tørvar tað.» v35 Og teir leiddu tað til Jesus, og teir løgdu klæði síni á tað og settu Jesus upp á tað. v36 Og meðan hann helt ferðini fram, breiddu teir klæði síni undir á vegin. v37 Men tá ið hann nú nærkaðist og kom hagar, sum farið verður oman av Oljufjallinum, tá tók allur flokkurin av lærusveinunum undir við gleði at lova Guði við harðari reyst fyri allar tær kraftargerðir, sum teir høvdu sæð, og mæltu: v38 «Vælsignaður veri kongurin, ið kemur í Harrans navni! Friður á himni og heiður í hægstu himnum!» v39 Og nakrir av Farisearunum í mannaskaranum søgdu við hann: «Meistari, set tú at lærusveinum tínum!» v40 Men hann svaraði og segði: «Eg sigi tykkum, at um hesir tagdu, mundu steinarnir rópað.» »